31. august 2014 19.15
"Urðardrangur" fór at leka

Stutt eftir døgurða í dag, kom Brimil á Vestmanna við 10 mannafarinum “Urðardrangur”.
“Urðardrangur” fór fyrrapartin at leka norður úr Barinum á Vágoynni. Tveir mans vóru við Urðardrangi, teir kláraðu ikki at halda lens, og bóðu tí um hjálp.
Hvidbjørnen og Brimil, ið báðir vóru á leiðini vóru skjótir hjá Urðardrangi.
Pumpa bleiv sett umborð á bátin, og hann fekst lens aftur, síðani tók Brimil bátin inn á dekkið, og sigldi við honum á Vestmanna.
Fleiri myndir