7. mai 2016 09.14
Bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskap við uppsjóvartroli

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 § 35 stk. 3, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskap við uppsjóvartroli á hesum øki.

1. 6130N – 0408W
2. 6106N – 0435W
3. 6106N – 0451W
4. 6112N – 0451W
5. 6130N – 0421W
6. 6130N – 0408W

Veiðbannið er galdandi fyri øll skip, ið hava fiskiloyvi, at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2016.
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 7. maj 2016 klokkan 18:00 til 21. mai 2016 klokkan 18:00
Bráfeingisveiðibann