22. februar 2013 14.06
FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ ROYNIR EFTIR LØGFRØÐINGI

Talan er um eitt nýtt starv, í hesum sambandi dyrgja vit eftir einum løgfrøðingi, ið torir at taka av stórum avbjóðinum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka avgerðir. Burtur úr rúgvuni kann nevnast arbeiðið at ráðgeva í tilbúgvingarmálum, ráðgeva leiðsluni á landi og umborð á skipunum í løgfrøðisligum spurningum og mangt annað. Mynstrað verður 1. apríl 2013, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Tekur tú kjansin, fært tú eitt starv við fjølbroyttum uppgávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at vera í sjálvdrátti, er Fiskiveiðieftir¬litið rætta miðið. Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur.

HØVUÐSUPPGÁVURNAR Í STARVINUM VERA M.A.
- At ráðgeva leiðsluni á landi og umborð í skipunum í løgfrøðisligum spurningum, herundir serliga innan revsirættarligar spurningar, tulkingar og fyrisitingarrætt.
- Fyrireika revsimál, ið skulu latast ákæruvaldinum.
- Menna mannagongdir fyri mál hjá stovninum.
- Ráðgeva í sambandi við umsiting av fiskiloyvum, avhendingum v.m.
- Ráðgeva í tilbúgvingarmálum.
- Viðgera ítøkilig fyrisitingarlig mál.

SETANARTREYTIR
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingarfelag Føroya.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanin fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Nærri upplýsingar um starvi kunnu fáast við at ringja til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 311065 og tosa
við Jóannes Heimustovu, samskipara. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

UMSÓKNIR
Umsóknir saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Fiskiveiðieftirlitið
Yviri við Strond 3
Postsmoga 1238
110 Tórshavn

Umsóknin skal verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 8. mars 2013 klokkan 12.00. Tilber eisini at senda umsóknina sum teldupost til journal@fve.fo.