3. november 2010 22.03
Skotski trolarin Russa Taign bað um hjálp
Russa Taign
Russa Taign
Skotski trolarin Russa Taign boðaði frá, at teir høvdu fingið trolposan um skrúvuna.
Fiskiveiðieftirlitið sendi Tjaldrið suður á Munkagrunnin, eftir skipinum.
Tjaldrið sleipaði trolarin á Tvøroyri , har trolposin var skorin av.
Tað vísti seg seinri, at skipið lak illa um stevnirørið, og verður tí tikið upp á sleipistøðina í Vági í morgin.
Óvist er, nær skipið fer avstað aftur.