10. juni 2008 12.40
Royndarloyvið til lemmatrolarar
Edna og Rankin hava fingið royndarloyvið
Edna og Rankin hava fingið royndarloyvið
Leingi hava lemmatrolararnir vilja sloppið at partrola í eini roynd at minka um oljuútreiðslurnar, nú oljuprísurin er so høgur.

Fiski og Tilfeingismálaráðið hevur nú givið tveimum lemmatrolarum royndarloyvi at partrola í føroyskum sjógvi restina av fiskiárinum 2008. Talan er um skipini Edna og Rankin.
Skipini koma at royndarfiska í tøttum samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna.
Edna og Rankin sleppa at partrola í føroyskum sjógvi, tó eru øki á Landgrunninum, Føroya Banka og Ytra Banka, har teir ikki sleppa at royna.
Bæði Edna og Rankin hava ligið síðani apríl mánað.