16. januar 2015 14.08
Eygleiðaravirksemi í 2015

Vørn hevur ábyrgd av skipanini við eygleiðarum á fiskiskipum og øðrum skipum, ið eru tengd at fiskiskapi. Talan er um virksemi, ið fer fram, bæði í føroyskum sjógvi, altjóða sjógvi og aðrastaðni, har føroysk skip, samsvarandi fiskirættindasáttmálum, kunnu reka fiskiskap.
Roknast kann við, at tørvur fer at verða á skikkaðum fólki, at virka sum eygleiðarar fyri Vørn í 2015. Tí hevði verið gott, um tey, ið hava hug, at royna seg sum eygleiðara, seta seg í samband við Vørn.
Tey, ið kundu hugsað sær, at roynt hetta, skulu sjálvandi hava heilsuprógv og prógv um, at tey hava tikið trygdarskeið.
Um hettar hevur tín áhuga, so send eitt teldu bræv til : journal@vorn.fo ,
upplýs
navn:
bústaður:
føðingardagur:
telefon nr.:
nakrar reglur um teg sjálvan, og send avrit av heilsuprógvi og trygdarskeiði.