15. januar 2018 11.09
Í gjár fyrrapartin var av ringasta veðrið kring landið.

Kl 10 í gjáramorgunin komu boð um at trolarin Fønix, ið hevur ligið fyri teym sunnanfyri Hvalvík, var rikin yvir móti Streymneslandinum.
Fólk bleiv ført umborð á Fønix við arbeiðsbátinum hjá Brimli, og motorurin fekst í gongd so tamarhald fekst á støðuni.
Fønix hevði ikki slitið men drigið fortøjningina.
Í gjáramorgunin komu eisini boð um at ein arbeiðsflaki hjá J & K, ið hevði ligið á Strondum, hevði slitið og var rikin á land við oljubryggjuna í Søldafirði.
Brimil fór á staðið, flakin bleiv í fyrstu syftu tryggjaður har hann lá, tí veður var ikki at taka hann av landi.
Tá veðrið bleiv betur út á seinnapartin bleiv flakin sleipaður av landi og í gjárkvøldið bleiv flakin sleipaður út á Strendur.
Myndirnar hevur Dávur Joensen tikið.