30. desember 2017 15.08
Viðvíkjandi útskrivan av fiskiloyvum, galdandi frá 1. januar 2018.

Vørn boðar við hesum frá, at gjørligt er ikki, at útskrivað nýggj fiskiloyvi fyri 2018, til øll tey ið hava sent umsókn. Nøkur eru kortini útskrivað.
Einstakar kunngerðir, ið skipa fiskiskapin eftir ávísum fiskasløgum, eru ikki lýstar enn og tí er ikki nøkur heimild, at skriva hesi loyvi út.
Heitt verður á tey, ið hava søkt, at hyggja á www.teyggjan.fo um teirra loyvi er útskrivað. Eru tey ikki at síggja á teyggjuni, eru tey ikki útskrivað enn, men verða útskrivað 2. januar.