13. mars 2009 08.26
Vantandi trygdar- og heilsuváttanir
Venjing umborð á Brimil
Venjing umborð á Brimil
Nógv mál um vantandi trygdar- og heilsuváttan

Trygdarviðurskiftini hjá manningunum á føroyskum fiskiskipum er ov vánalig. Og støðan er lítið frægari, tá tað snýr seg um heilsuváttanir.
Í 2008 gjørdu manningarnar umborð á Tjaldrinum og Brimli 195 kanningar í sambandi við trygdarváttanir og heilsuváttanir. Avgjørt varð í 26 førum at lata Føroya landfúta mál um annaðhvørt vantandi trygdarskeið ella vantandi heilsuváttan hjá monnum umborð. Og lítið bendir á, at støðan batnar.
Higartil í ár eru gjørdar 53 kanningar, og í teimum kanningunum er gjørt av at senda Føroya landfúta 27 mál um vantandi trygdarváttanir og heilsuváttanir.

Skiparin hevur ábyrgdina
Tað er lógarkrav, at øll manningin umborð á føroyskum fiskiskipum bæði hevur trygdar- og heilsuváttan.
Í Kunngerð nr. 110 frá 2. Juli 2001 um læknakanning fyri sjófólk, stendur í grein 2: “Ein og hvør, sum settur verður at røkja skipsarbeiði umborð á skipi, skal hava gilt heilsuprógv.”
Tað eru kommunulæknarnir í Føroyum, sum skulu góðkenna heilsustøðuna hjá einstøku monnunum ella kvinnunum, og tað eru eisini teir, sum skriva út og átekna heilsuprógvini.
Í Kunngerð nr. 50 frá 12. Mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, sum seinast broytt við Kunngerð nr. 102 frá 20. Desembur í 2002 stendur í grein 30, 1.- og 2. Stykki:
“Ein og hvør, sum hevur skipstænastu við fiskiskipum ella handilsskipum, íroknað ferðamannaskipum, skal hava staðið góðkent trygdarskeið fyri sjófólk.”
Hóast umleið 800 fólk taka trygdarskeið á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík árliga, so eru viðurskiftini hjá nógvum framvegis ikki í lagi. Og tað er skiparin á hvørjum einstøkum skipi, ið hevur ábyrgdina av, at hesi viðurskifti eru í lagi.
Føroya landfúti ger av, hvat víðari skal henda við nógvu málunum um vantandi trygdar- og heilsuváttan.