26. apríl 2018 15.17
Fyrsta opna uppboðssølan er nú liðug

Fiskamarknaður Føroya seldi í dag 1 ára rættindi at veiða tilsamans 25.000 tons av svartkjafti. 8 feløg vóru góðkend av Vørn til at luttaka í søluni. Navn á keyparum og nøgdum sæst niðanfyri:

Felag: Nøgd: Miðalprísur Tilsamans
P/F Varðin 10.000 tons 0,40 kr./kg. 4.020.000 kr.
P/F Jókin 8.000 tons 0,37 kr./kg. 2.935.000 kr.
P/F Næraberg 5.000 tons 0,40 kr./kg. 1.975.000 kr.
P/F Christian í Grótinum 2.000 tons 0,40 kr./kg 790.000 kr.

Næsta opna uppboðssølan verður 2. mai 2018, har selt verða rættindi at veiða 25.000 tons av svartkjafti.