27. desember 2014 17.07
Kunning um makrelfiskiskapin í ES-sjógvi í 2015.

Í samband við, at kunnngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi, varð lýst í gjár, hin 26. desember 2014, skal Fiskiveiðeftirlitið boða frá, at umsóknir um fiskiloyvi, ið lúka treytirnar í § 17 í kunngerðini, verða viðgjørdar mánadagin, hin 29. og týsdagin hin 30. desember 2014.
Hetta skal skiljast soleiðis, at fiskiloyvi til ES sjógv og norskan sjógv verða latin skipum, ið eru útgjørd, at fiska við nót ella uppsjóvartroli og sjálvi kunnu taka fiskin inn og samstundis hava útgerð og orku, at hagreiða, køla og frysta veiðuna. (sí brot úr kunngerðini niðanfyri)


Kunngerð nr. 141 frá 22. desember 2014 Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015

§ 17. Eftir umsókn og við loyvi frá VØRN kunnu
fiskifør við loyvi sambært §§ 5-12, sum eru útgjørd
til at fiska við nót ella uppsjóvartroli, sjálvi kunnu
taka fongin inn og sum hava útgerð og orku at
hagreiða, køla ella frysta veiðuna, fáa atgongd at
fiska makrel í norskum og ES sjógvi. Køling er
RSW, Refrigerated Sea Water, ella CSW, Chilled
Sea Water, køling í tangum ella kørum, har temperatururin
á fiskinum verður lækkaður soleiðis, at
hann skjótt kemur niður á umleið 0ºC, svarandi til
kuldan á bráðnandi ísi, og at fiskurin heldur sær
køldur undir goymslu umborð.
Les kunngerð: K. 141/22.12.2014 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015