31. januar 2017 13.34
Búgvin trolið um skrúvuna

Trolbáturin Búgvin boðaði í gjárkvøldið frá, at teir høvdu fingið trolið um skrúvuna. Teir vóru staddir á Skeivbanka.
Brimil kom til Búgvan um tveytíðina í nátt. Brimil sleipaði Búgvan á Vestmanna, har skipini komu um 11 tíðina í dag.
Kavarar frá Brimli skóru síðani av skrúðini á Búgvanum.
Búgvin trolar í løtuni eftir havtasku.
Fleiri myndir: Myndinar hevur Dávur Joensen tikið