6. november 2016 22.14
Norðheim - maskintrupuleikar

Norðheim boðaði seinnapartin í dag frá, at teir høvdu fingið maskintrupuleikar eystanfyri Nólsoynna.
Brimil var hjá Norðheim kl 1700, teir tóku dreggið inn og Norðheim bleiv sleipaður til Oyrar.
Skipini vóru har kl 2200.
Norðheim dreggjar eftir skeljum undir Føroyum. Tað er Thor í eigur Norðheim.
Myndirnar hevur Elias Zachariassen tikið.