31. mars 2012 13.56
Trýsttangin til viðgerð av kavarasjúkum óvirkin

Trýsttangin hevur verði mannaður 24 tímar um døgnið, við serlækna og fólki frá Fiskiveiðieftirlitinum, trýsttangin verður brúktur til viðgerð av kavarasjúkum, og er hetta einasta trygd sum kavarar hava.
Í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið ikki var sinna at gera sáttmála við Serlæknafelag Føroya, hava serlæknarnir móti sínum vilja, sagt samstarvið upp við Fiskimálaráðið.
Hetta merkir eisini, at Fiskiveiðieftirlitið hevur sett sínum kavarum forboð fyri at kava, tá trygd ikki kann veitast fyri heilsuni hjá teimum.