19. mars 2010 11.31
Avrikssáttmáli millum Fiskiveiðieftirlitið og Fiskimálaráðið verður undirskrivaður í næstu viku

Mánadagin 22. mars, fara umboð fyri Fiskimálaráðið og Fiskiveiðieftirlitið, at undirskriva avrikssáttmála fyri 2010.
Ein bólkur á Fiskiveiðieftirlitinum, hevur saman við ráðgevingarfyritøkuni Virkisráðgeving, arbeitt við, at gera eitt uppskot til avrikssáttmála. Hetta arbeiði er nú liðugt og klárt at undirskriva.
Hetta er ikki á fyrsta sinni, at deildir undir Fiskimálaráðnum, gera slíkan sáttmála. Havstovan og Fiskimálaráðið hava havt slíkar sáttmálar í 2008 og 2009.

Um avrikssáttmálar kann í stuttum sigast, at einstaka aðalráðið, skal saman við stovninum seta yvirskipað mál fyri tey ábyrgdarøki, sum stovnurin er settur at røkja. Yvirskipaðu málini kunnu verða greinað sundur í lutmál, sum áseta, hvørji úrslit skulu verða avrikað, fyri at yvirskipaða málið skal verða rokkið.
Undir einum verður hetta nevnt mál- og avriksstýring.

Endamálið við mál- og avriksstýring er, at fáa sum mest burtur úr landsins búskapartilfeingi og samstundis tryggja, at samsvar er millum politisku ætlanirnar og uppgávurnar, ið stovnurin skal loysa.

Avrikssáttmálin millum Fiskiveiðieftirlitið og Fiskimálaráðið verður undirskrivaður í hølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum mánadagin 22. mars klokkan 15:30.