31. januar 2012 14.49
Skip kunnu missa fiskiloyvið, um ikki verður fráboðað um ungfisk

Skip kunnu missa fiskiloyvið, um ikki verður fráboðað um ungfisk
Í § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 56 frá 26. mars 1993 stendur:
“Skiparar á fiskiførum, ið reka fiskiskap á landleiðini, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um so er, at íblandingin av ungfiski í veiðu teirra av ávísum fiskasløgum er størri enn tað hámark, ið ásett verður sambært reglunum um heiti ungfiskur og hámark fyri íblanding av ungfiski”.
Tað kemur alt ov ofta fyri, at skip ikki fráboða, at tey hava fingið ov stórt íbland av ungfiski, fyrrenn nógvar tímar uppí døgn aftaná, at skipið hevur hála, er liðugt at draga ella um talan er um snella tá liðugt er at fiska tann dagin.
Fiskiveiðieftirlitið hevur sambært § 45, stk. 2 í Ll. Nr. 28 frá 10 mars 1994, heimild at taka aftur fiskiloyvið, um skip bróta reglurnar um vernd av ungfiski, sambært § 9 í lógini.
Fiskiveiðieftirlitið fer framyvir, at taka aftur fiskiloyvið frá skipum, sum ikki halda reglurnar í § 1, stk. 1 í k. nr. 56 frá 26. uars 1993, um alt fyri eitt at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá um íblandi av ungfiski av ávísum fiskaslag er størri enn hámarkið sambært k. nr. 55 frá 26. mars 1993.
Fráboðanin um ungfisk skullu sendast á vakt@fve.fo, brimil@fve.fo og tjaldrid@fve.fo
 Fráboðanarskjal til ungfisk