14. juli 2016 13.15
Fyrsta afturlatna uppboðsølan avgreidd

Uppboðsøla av 600.000 kg av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag, og endaði tað við at

Enniberg fekk 400.000 kg
Gadus fekk 100.000 kg
Sjúrðarberg fekk 50.000 kg
Akraberg fekk 50.000 kg

Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 3,40 kr/kg. Inn komu 2.040.000,- kr.
Minsti prísurin ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr/kg.