27. apríl 2010 11.38
Fiskiveiðieftirlit í Skotlandi
Hoyvíkingur landar í Skotlandi
Hoyvíkingur landar í Skotlandi
Fyri stuttum vóru eftirlitsfólk frá Fiskiveiðieftirlitinum í Skotlandi.

Endamáli við ferðini, er ein liður í menningini av teimum eftirlitsavtalum, ið Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt við fleiri av grannalondunum seinastu árini.

Okkara eftirlitsfólk gjørdu fleiri kanningar saman við skotum. Bæði føroysk og onnur skip vórðu kannað.

Fyri eftirlitið, hava hesar avtalur í høvuðsheitum til endamáls, at menna samstarvið við eftirlitsmyndugleikar í øðrum londum. Haraftrat fer eitt slíkt samstarv, at gera tað møguligt, at fremja eftirlitsuppgávur fyri hvønn annan. Báðir partar meta, at slíkt samstarv, fer at gera, at eftirlitið verður betri og gjøgnumskygnið størri.

Fiskiveiðieftirlitið fer nú, at gera eina ætlan, hvussu samstarvið við skotar skal skipast.