19. mai 2010 08.38
Fiskiveiðieftirlitið vertur fyri NAFO fundi

Eini 30 fólk úr EU, Noreg, Kanada, Russlandi, Íslandi, St.Pierre & Micquelon, Grønlandi og Føroyum eru samlaði á Hotel Hafnia til eftirlits fund um fiskiskap á Flemish Cap og Grand Bank.
Fundurin hevur til endamáls, at limalondini í NAFO, hava eina felags fatan av, hvussu eftirlits arbeiði skal fremjast og hvussu fiskiskapurin skal skipast.
Fundurin gongur væl, og eru útlendingarnir, sera hugtiknir av teimum umstøðum vit hava, og tí vøkru náttúruni.