18. apríl 2009 16.05
Venjing við oljubasingarútgerð
Brimil hevur lagt oljusperringarnar út. Mynd B. í Búð
Brimil hevur lagt oljusperringarnar út. Mynd B. í Búð
Ímorgun, 18. apríl 2009, var millum lítið og einki at síggja av olju, og tí er átakið steðgað.

Eftir at átakið bleiv steðgað hava Brimil, Tjaldrið og Rescue Lív havt venjing við oljubasingarútgerð í økinum suður úr Trøllkonufingri.

Sum sæst á myndinum var av besta veðri undir venjingini.
 Sperringarnar verða settar út. Mynd B. í Búð