22. desember 2010 12.40
Virksemi hjá útlendskum skipum í føroyskum havnum í 2010.

Eins og undanfarin ár hava nógv útlendsk skip um - og uppskipa frystan fisk og fiskaúrdráttir í føroyskum havnum í ár.
Í høvuðsheitum er talan um russisk skip. Tó hava onnur skip eisini lagt fisk og fiskaúrdráttir á goymslu í Føroyum.
190 ferðir hava russisk skip umskipað. Talan er um 190.000 tons av uppsjóvarfiski.
Onnur útlendsk skip hava eisini lagt fisk á goymslu í Føroyum.
Grønlandsk skip hava verið her 7 ferðir við tilsamans 3.200 tonsum av botnfiski.
Íslendsk skip hava lagt 1.650 tons av uppsjóvarfiski á goymslu.