23. apríl 2011 16.21
Ein kassi norðanfyri verður stongdur á midnátt fyri trol.
Kassin norður úr Fugloynni
Kassin norður úr Fugloynni
Eftir at Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið fleiri fráboðanir um ungfisk, verður eitt økið norðanfyri stongt fyri trol.
Danska sjóverjan gjørdi kanningar í gjár, og Brimil er í økinum í dag, og kundu staðfesta, at alt ov nógv íbland er av ungfiski.
Meira um veiðibanni kann lesast á heimasíðuni undir teiginum
Bráfeingis veiðibann.