5. september 2018 14.34
Kunning til eigarar av fiskiførum í bólki 5

Vørn fær javnan umsóknir um endurnýggjan av fiskiloyvum frá eigarum av fiskiførum í bólki 5.
Orsøkin er helst, at skipanin, ið var galdandi til 31. desember 2017 var soleiðis, at fiskiárið byrjaði 1. september og endaði 31. august árið eftir.
Hesi viðurskifti eru broytt. Nú eru fiskiloyvini galdandi frá 1. januar til 31. desember. Tí skulu tey, ið hava fingið fiskiloyvi, ikki søkja fyrrenn til ársskiftið.