7. juli 2010 08.10
Bátavenjing

Í gjár meðan Tjaldrið lá við bryggju í Runavík, var hildin bátavenjing umborð.
Ein gummibjargingarbátur, bleiv tveittur á sjógv og blástur upp, síðani skuldi manningin royna at koma upp í bátin frá sjónum av.
Tá allir høvdu roynt tað, bleiv báturin vendur við botninum upp og manningin skuldi so, ein og ein, venda gummibátinum.
Venjingin gekk væl, og eingin trupuleiki var hjá monnunum, at koma upp í bátin ella, at venda honum.
Tað verður skipa fyri slíkum venjingum umborð einar tvær ferðir um árið, fyri at manningin skal kenna bjargingaútgerðina so væl sum gjørligt.
Myndir frá venjingini