6. mai 2014 14.15
Trýsttangin verður niðurlagdur

Stjórn og depilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum boðar tann 30. apríl 2014 við skrivi til Vørn frá, at vegna raðfestingar innan játtanarkarm stovnsins, verður eingin viðgerð av sjúklingum í trýsttanga eftir 31. mai 2014.
Vørn skal í hesum sambandi boða frá, at trýsttangin verður óvirkin eftir 1. juni 2014.