30. august 2011 21.02
Áminning til tey, ið ætla sær, at reka vinnuliga fiskiskap eftir 31. august 2011.

Nú er evstamark, at søkja um fiskiloyvi frá Fiskimálaráðnum, um ætlanin er, at reka vinnuligan fiskiskap eftir 31. august.
Loyvini hjá flestu fiskiførum, fara úr gildi hin 31. august á midnátt. Er tað so, at fiskifør fara til fiskiskap, hóast eigarin ikki hevur ikki hevur fingið nýtt loyvi útskrivað, er hetta brot á galdandi reglur. Sama er galdandi fyri skip, ið byrjaðu nýggjan túr, meðan gamla loyvi enn var í gildi.
Revsingin fyri slík brot er, at virðið av veiðu og fiskireiðskapi verður inndrigið. Haraftrat verður sektað við bót.
Ein onnur avleiðing er, at veiða, ið er veidd, meðan skipið ikki hevði fiskiloyvi, ikki kann verða útflutt. Fiskiveiðieftirlitið fer ikki at góðtaka veiðiváttanir fyri fisk, ið ikki er veiddur samsvarandi galdandi reglum.