11. mai 2016 10.49
Skálafossur sleipaður til Tórshavnar

Í nátt sleipaði Brimil trolaran Skálafoss av Vestmanna til Tórshavn. Skálafossur hevur ligið við maskinskaða í Vestmanna í eina tíð og avgjørt er at skipasmiðan Mest skal umvæla skaðan.
Brimil var á havnini kl 0600 í morgun við Skálfossi. Skipari á Skaláfossi er Bjarni Jacobsen.
Myndir: Elias Zachariassen