26. september 2011 17.00
Botn kanningar í sambandi við oljuleiting

Brimil fór fríggjakvøldi út at gera botnkanningar fyri Biofar. Botnkanningarnar skulu gerast í samband við, at royndarboringar vera eftir olju fyrst í komandi ári.
Kanningar vóru gjørdar eystanfyri har borast skal, tá liðugt er at bora skulu, aftur botnkanningar gerast.
Tað gekk rættuliga væl at taka botnroyndinar, skipið vísti seg at vera sera væl egna til slíkar uppgávur.
Aftrat manningini á Brimli vóru sjey fólk frá Biofar við, haraftrat var eisini eitt umboð fyri Statoil.
Kanningarnar vóru lidnar leygarkvøldi, sunnumorgunin var Brimil inni aftur.
Fleiri myndir her