5. september 2012 18.58
Eftirmetingarfundur um bjargingina av RZESZOWIAK

KL. 17 í dag var eftirmetingarfundur á Fiskiveiðieftirlitinum, um bjargingina av polska seglbátinum RZESZOWIAK, samanumtikið vóru partarnir samdir um, at samskiftið hevði gingið fyrimyndarligt.
Serliga vóru skiparinir á Róki og Lerki (Rúni Samuelsen og Kristian Larsen) røstir fyri teirra góða sjómansskap, eisini vóru tyrlumanningarnar og manningin á Brimli røstir fyri teirra dirvi, í sambandi við bjargingina.
MRCC greiddi eisini frá hjálpini, sum skipari og manning á Thor høvdu veitt.
Politiið hevði eisini ein stóran leiklut í samskiftinum, serliga var tað at tosa við tey avvarðandi, sum ringdu úr Polen.
Nógv fólk hava verði við í átakinum, og eiga tey øll eitt rós uppiborið.
Nakrar myndir