24. mars 2014 10.46
Brestir var bestur á Flemish Kapp
Brestir
Brestir
Á midnátt leygarkvøldið var kvotan á Flemish Kapp uppfiskað
Tað sum skipini fingu burturúr toskakvotuni í ár var býtt soleiðis:
Brestir 753 tons
Phoenix 734 tons
Sjagaklettur 609 tons
Klakkur 406 tons
Vesturleiki 383 tons
Kambur 294 tons
Váðasteinur 208 tons

Brestir og Sjagaklettur landaðu einaferð í part í Saint Pierre, meðan Phoenix var tvær ferðir inni og bunkraði.
Phoenix umskipaði fiskin til Ran, sum virkaði sum móðurskip
Váðasteinur sum var á ísfisk, gjørdi tveir túrar, hini skipini frystu fiskin umborð.
Brestir var fyrsta skipi á Flemish Kapp í ár, teir høvdu fyrsta hálið tann 29 januar.
Kvotan í ár var felagskvota.