14. mars 2014 07.56
Útbúgva nýggjar bjargarar og hoistmenn til tyrluna

Tyrludeildin hjá Atlantic Airways, er í hesum døgum í gongd við at útbúgva nýggjar bjargarar og hoistmenn til tyrluna.
Í hesum sambandi hevði tyrlan venjing eystanfyri Nólsoynna í dag.
Venjingin var hildin saman við Brimli, teir nýggju bjargarnir blivu hivaðir upp og niður millum tyrluna og Brimil. Eisini blivu børir og onnur hivað millum skipið og tyrluna