24. januar 2013 16.04
Vágasteinur fingið maskinbrek

Klokkan 1337 í dag fekk vaktarskipið Brimil boð frá MRCC um at Vágasteinur, sum var staddur norðaliga í Heystfirði, hevði fingið maskinbrek.

Brimil, sum lág á Havnini fór beinanvegin avstað, og klokkan 1448 hevði Brimil fingið fast á Vágastein, og byrjaði at sleipa mótið havnini.

Hetta er aðru ferð í eina viku at Brimil sleipar Vágastein. Leygardagin fekk Vágasteinur, sum tá var staddur á Íslandsrygginum, ein rekatrossa um skrúvuna. Brimil var hjá Vágasteini sunnumorgunin, setti fast og náttina til mánadagin kom Brimil á havninia við Vágasteini.

Í dag tá ið Brimil fór av Havnini eftir Vágasteini, og kom á Kirkjubønes møttu teir Tjaldrinum, sum var á veg á havnina við garnaskipinum Anita uppá sleip, sum skilst hevur Anita eisini fingið maskinbrek.

Ikki kann sigast annað vaktarskipini eru sera góð trygd fyri tann føroyska sjómannin og teirra avvarandi.