30. august 2013 17.46
Broyting viðvíkjandi felagskvotum eftir makreli

Sum ásett í grein 3, stk. 10 í kunngerð nr. 55 frá 21. mai 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2013 verða felagskvotur av makreli, latnar sambært grein 3, stk. 3-6 í kunngerðini, sum ikki eru fullnýttar pr. 1. september 2013, tøkar at fiska hjá øllum skipum, sum hava loyvi at fiska av hesum felagskvotum.
Hetta merkir, at avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøku skipini, sum fiska av felagskvotu eftir makreli sambært grein 3, stk. 3-6, verða tikin burtur 1. september 2013 á midnátt.
Fiskifør, sum hava fingið útskrivað fiskiloyvi til at fiska av felagskvotu eftir makreli, sambært grein 3, stk. 3 – 6 í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2013, nýtast tó ikki at fáa nýtt fiskiloyvi útskrivað. Útskrivaða fiskiloyvið til makrel gevur frá 2. september 2013 rætt til at fiska makrel av eini felagskvotu upp á 61.500 tons, tó so, at tað, sum til og við 1. september 2013 er fiskað av felagskvotunum, verður roknað frá.
Fiskiskapurin av felagskvotuni eftir makreli verður steðgaður, tá felagskvotan á 61.500 tons er uppfiskað. Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum eru góð 50.000 tons veidd av felagskvotuni pr. 30. august 2013. Sostatt íresta góð 11.500 tons. Fyrivarni skal takast fyri, at hesi tøl broytast dagliga.
Broytingin hevur ikki týdning fyri skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska makrel av eginkvotu (nótaskipini).