21. juni 2010 15.06
Felags venjing á Selatrað
Lív,Ziska, Atlantic 21 og báturin á Brimli
Lív,Ziska, Atlantic 21 og báturin á Brimli
Fríggjadagin luttók Brimil í felags venjing við Selatrað, fyriskipað av Uttanríkisráðnum, har fleiri bjargingarfeløg, tyrlan, og bátarnir Ziska, Lív og Atlantic 21 luttóku.

Venjingar av ymsum slagi vóru hildnar samstundis á landi og sjógvi, og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini stýrdi samskiftinum millum luttakarar frá einum bráðfeingis samskiftis miðdepli, sum bleiv uppsettur í leguhúsinum hjá Skótunum.

Brimil luttók fyrst í venjing við at stjóra fólk millum skip og land við bjargingarstóli, í samstarvi við Eysturoyar Eystara Bjargingarfelag.

Seinni var venjing hildin saman við Ziska, Lív og Atlantic 21, har starvsfólk í Uttanríkisráðnum, í bjargingardraktum, vórðu løgd á sjógv við PLB sendarum og SART sendarum hjá sær. Síðani var krosspeila av bátunum og Brimli fyri at finna og taka fólkini uppaftur.

Síðsta venjing Brimil luttók í var ein gjøgnumgongd av ymsari línukastara útgerð. Hettar var gjørt saman við manningunum á Ziska, Lív og Atlantic 21, sum løgdu at hjá Brimli til endamáli.

Aftaná ein væleydnaðan dag við góðum veðri, silgdi Brimil statistarnar í venjingini til Tórshavn, og fór útaftur til fiskiveiðieftirlit.