2. september 2009 13.58
Ólóglig fiskiveiða skal steðgast globalt
FAO ætlar at steðga øllum ólógligum fiskiskapi í heiminum (tilvildarlig mynd)
FAO ætlar at steðga øllum ólógligum fiskiskapi í heiminum (tilvildarlig mynd)
Gongur tað, sum FAO vil, verður ólóglig fiskiveiða um allan heimin steðgað. Síðan november í 2008 hava 91 limalond hjá FAO arbeitt við ætlanum at basa ólógligari fiskiveiði globalt. Og á fundi í Róm í august mánaða í ár, varð endaliga uppskotið orðað. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri føroyska fiskimálaráðið, fiskiveiðieftirlitið og uttanríkisráðið.
Rúna Guttesen, sum hevur umboðað Fiskimálaráðið á fundunum, sigur, at talan er um minimums reguleringar.
- Verður uppskotið samtykt politiskt, so verður øll ólóglig fiskiveiða, ófráboðað fiskiveiða og óregulerað fiskiveiða bannað, sigur hon.
Eftirlitið við bryggjukantin verður sostatt hert. Tað merkir, at vísir eftirlitið, at talan er um ólógliga fiskiveiði, sleppur viðkomandi skip ikki at umskipa fiskin. Tað verður eisini forðað skipinum at fáa aðrar tænastur sum proviantering og bunkring. Og er talan um skip, sum frammanundan er svartlistað, sleppur tað heldur ikki at umskipa fisk í limalondunum hjá FAO.
Í Føroyum verða tað ikki stórvegis broytingar við nýggju lógini, verður hon samtykt, tí vit hava longu strangt eftirlit við útlendskum skipum, sum umskipa fisk í Føroyum.
- Men hetta fer at broyta nógv aðrastaðir, serliga í nógvum triðjalondum, sigur Rúna Guttesen.
Tað er Uttanríkisráðið, sum umsitur málið, og sum skal syrgja fyri, at uppskotið verður viðgjørt politiskt í Føroyum.
Ætlanin er, at fyrstu limalondini í FAO skulu undirskriva nýggju lógina, tá FAO-ráðið savnast á fundi á høvuðsskrivstovuni í Róm í november í ár.