8. september 2016 14.49
Afturlatin uppboðssøla av 5.000 tonsum av svartkjafti hevur í dag verið hildin av Vørn

Afturlatin uppboðssøla av 5.000 tonsum av svartkjafti hevur í dag verið hildin av Vørn

Sølan endaði við, at:

P/F Næraberg v. farinum Norðingur keypti 1.900 tons
P/F Varðin v. farinum Jupiter keypti 1.000 tons
P/F Framherji v. farinum Fagraberg keypti 300 tons
P/F Varðin v. farinum Tummas T keypti 1.000 tons
P/F Varðin v. farinum Finnur Fríði keypti 800 tons

Inn komu 7 boð.
Hægsta boðið var 15 oyru/kg og lægsta boðið var 8 oyru/kg.
Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 10 oyru/kg.
Inn komu 500.000,- kr.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 10 oyru/kg.