1. juni 2010 14.22
Sleip av "Líggjas"

"Líggjas" verður sleipaður inn til Eiðis
Kl 0545 í nátt boðaði útróðrabáturin Líggjas, frá at motorurin var steðgaður, og teir fingu ikki í gongd aftur. Líggjas var tá staddur 8 fjórðingar norðvestur úr Mýlingi.
Tjaldrið var hjá bátinum kl 0900, og sleipaði bátin til Eiðis. Kl 12 var Lýggjas við bryggju á Eiði.
Líggjas er ein 35 fót glastrevjabátur av slagnum Aqua Star, Lýggjas er heimahoyrandi við Norðskála.
Teir vóru akkurát lidnir at seta tá teir fingu maskintrupuleikar