20. apríl 2013 11.30
Streymorkuverkið í Vestmannasundi

Streymorkuverkið hjá FTPP v/ Uffa Bærendsen, bleiv í gjár sleipa av Vestmanna út í sundið har tað bleiv ankra.
Brimil, Pressarin og ein alibátur frá Bakkafrost vóru við í hesum arbeiðinum.
Enn verður ein løta, til orkuverkið kemur at framleiða streym, tí káplar skulu bindast í elkervið hjá SEV. Haraftrat er ymiskt annað, ið skal gerast við orkuverkið, áðrenn tað er endaliga klárt. Arbeiðast kann bert á staðnum tá kyrrindi eru, og streymurin skal vera góður.
Orkuverkið liggur ankrað beint út úr gomlu ferjuleguni á Oyragjógv, umleið 250 metrar úr landi, radarareflektur er á og eitt hvítt ljós í blunkar.
Fleiri myndir her