11. september 2009 01.26
Vesturskin og Vesturvarði: Tikið upp til dóms
Vesturskin og Vesturvarði við bryggju í Havn
Vesturskin og Vesturvarði við bryggju í Havn
Føroya Rættur viðgjørdi í dag málið millum Fiskiveiðieftirlitið og teir báðar partrolararnar, Vesturskin og Vesturvarða. Tjaldrið tók teir báðar trolararnar fyri ólógliga veiðu á stongdari leið á Fugloyarbankanum 3. september, og fríggjadagin 4. september kom Tjaldrið á Havnina við Vesturskin og Vesturvarða.
Skipararnir fingu bót, eins og hald varð lagt á fiskireiðskap. Umframt hetta gjørdi Fiskiveiðieftirlitið av at taka fiskiloyvini frá trolarunum í tvær vikur. Men reiðaríðið kærdi avgerðina at taka fiskiloyvini í tvær vikur.
Roknað var við, at málið varð avgreitt í rættinum í dag, men tað varð tað ikki.