30. oktober 2018 09.00
Ófulltiknir dekkarar til Vørn

Trý størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys.

Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.
Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:
• Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
• Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 15. november 2018 kl. 1200.
Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til : journal@vorn.fo ella

Vørn, Yviri við Strond 3, postsmoga 1238, 110 Tórshavn
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo