20. juni 2011 18.04
Treytir til Móttøkuskip

Áðrenn móttøkuskip loysir frá landi, skulu niðanfyristandandi treytir verða uppfyltar:
1. Skipið skal hava eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda innvigingarskipan. Her skal millum annað vektin ella vektirnar um tær eru fleiri, hava eitt av Arbeiðseftirlitinum góðkent kalibreringscertifikat. Fiskiveiðieftirlitið góðkennir bert innvigingarskipanir við slíkum góðkendum vektum.
2. At skiparin skal halda seg til føroyskar reglur um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.
3. At skipið í góðari tíð fráboðar Fiskiveiðieftirlitinum, nær ætlanin er at fara á fiskifelti at taka ímóti, so Fiskiveiðieftirlitið hevur stundir at fáa eygleiðara til skipið.
4. At bankatrygd er fyri løn til tveir eygleiðarar í minst ein mánað.
Skipini skulu sjálvandi eisini fylgja øllum øðrum treytum, sum eru knýttar at loyvinum.