13. februar 2009 13.00
Samráðingar um Kongafisk í Irmingarhavinum hava verði í London

Neafc limalondini hava í hesi vikuni verið til samráðingar um Kongafisk í Irmingarhavinum fyri 2009.

Londini samdust um, at fiskiskapurin eftir kongafiski verður tann sami, sum í 2008.

Tó við nøkrum broytingum:

Í einum avmarkaðum øki, ið sæst á kortinum, var semja um, at hækka tann partin, ið kann fiskast inni í kassanum til 70%, í mun til 65% í 2008.

Tó í tíðarskeiðnum frá 1 Apríl til 10 Mai kunnu í mestalagi veiðast 15% inni í áður nevnda kassa, hetta er gjørt fyri at verja gýtingarstovnin.

Tíðaravmarkingar vóru annars tiknar burtur í mun til 2008.

Við í samráðingunum fyri Føroyar vóru:

Andras Kristiansen

Kaj P.Mortensen

Meinhard Gaardlykke



Eisini vóru umboð fyri Reiðarafelagið og vinnuna við.