12. november 2008 11.28
Svartkjaftakvotan munandi minni komandi ár
Fagraberg
Fagraberg
Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hava í dag undirskrivað avtalu um umsiting av svartkjaftafiskiskapinum í 2009. Avtalan ber í sær, at mest loyvda veiðan av svartkjafti komandi ár verður 590 tús. tons. Eftir semjuni verður føroyska svartkjaftakvotan 141.870 tons í 2009. Hetta svarar til ein niðurskurð upp á 53 prosent samanborið við í ár.
Ein partur av mest loyvdu veiðini verður settur av til Russland og Grønland í NEAFC. Hetta verður formliga avgreitt á NEAFC fundinum hesa vikuna. Semjan um svartkjaftakvotuna fyri 2009 byggir á eina langtíðaravtalu millum strandarlondini frá desember 2005 um umsiting av svartkjaftastovninum, sum m.a. ásetir eitt fast býti millum londini. Sambært ICES er svartkjaftastovnurin illa fyri, og neyðugt er við tiltøkum sum kunnu vera við at gera fiskiskapin burðardyggan. Metingar hjá ICES siga, at fyri at tryggja langtíðarúrtøku úr stovninum er frægast at minka heildarveiðuna niður á eitt trygt støði longu í 2009 fyri at sleppa undan, at heildarveiðan fer ov langt niður tey næstu árini. Strandarlondini komu tó ásamt um at lækka fiskideyðatalið við 35% bæði í 2009 og aftur í 2010. Ein dagførdur veiðisetningur verður settur í gildi frá 2011, sum miðar ímóti einum langtíðar fiskideyðatali á 0,18. Heildarkvotan fyri 2010 verður ikki ásett fyrr enn næsta ár, tá ið seinastu metingarnar hjá ICES eru tøkar. Strandarlondini vóru samd um eitt uppskot hjá Føroyum um at biðja ICES útgreina, hví framskrivingarnar í verandi ráðgeving eru uml. 200.000 tons lægri (400.000) enn hvat ið vit vita, stovnurin hevur tolað í miðal í tíðarskeiðnum 1982-1996 (500-600.000 t.). Harumframt fingu Føroyar undirtøku fyri at gera greitt í avtalutekstinum, at støðið á lækking í fiskidéyðatalinum í 2010 kann verða endurskoðað, um so er, at fortreytirnar fyri stovnsmetingina broytast munandi.