3. apríl 2009 11.51
Brimil kom Vesturlíð til hjálpar
MOB-báturin á Brimli sleipaði Vesturlíð inn á Oyndarfjørð. (Mynd: Aksel á Botni)
MOB-báturin á Brimli sleipaði Vesturlíð inn á Oyndarfjørð. (Mynd: Aksel á Botni)
Útróðrarbáturin "Vesturlíð KG 99" fekk trupulleikar, tá hann í gjár fekk um skrúvuna. Vesturlíð var staddur í Djúpunum, tá hann fekk um skrúvuna.
Áðrenn Brimil kom á staðið, var útróðrarbáturin rikin so mikið nær Kallsoyarlandinum, at manningin gjørdi av at tveita akkerið niður. Á tann hátt forðaðu teir fyri, at báturin rak á land.
Tá Brimil kom í Djúpini, setti manningin sonevnda MOB bátin út, tað er ein lítil skjóttgangandi bátur, sum hentur er í slíkum førum.
Teir umborð á MOB-bátinum fingu ein enda umborð á Vesturlíð, og síðan varð útróðrarbáturin sleipaður inn á Oyndarfjørð. Har var Vesturlíð lagdur við bryggju, og kavarar á Brimli fóru niður at skera burtur av skrúvuni.
"Vesturlíð KG 99" er heimahoyrandi í Klaksvík.