24. august 2014 13.58
Brimil hjá West Hercules
West Hercules
West Hercules
Í morgun setti Brimil fast á West Hercules á Skálafjørðinum.
Orsøkin var tann, at tann eini ankarhandlari Olympic Octepus, ið hevur ligið og hildið West Hercules uppá pláss, skuldi til aðra uppgávu.
Kl 06 í morgun loysti Olympic Champion frá West Hercules og Brimil tók yvir.
Hervið er ein føroyskur aktørur komin inn í arbeiði við plattforminum á Skálfjørðinum.
Brimil verður væntandi bundin av uppgávuni til mánakvøldið, ímeðan røkir Tjaldrið fiskiveiðieftirlit undir Føroyum saman við danska verjuskipinum.
Fleiri myndir