11. september 2010 23.31
Felagskvotan av makreli uppfiskað

Felagskvotan av makreli, ið tillutað var partrolarum, lemmatrolarum og útróðrarførum er nú fiskað. Kvotan var á 5000 tons. Fiskiveiðieftirlitið boðaði í gjár skipunum frá, at fiskiskapurin skuldi steðga leygardagin 11. september klokkan 12:00.

Tískil eru tað nú bert nótaskipini, ið eiga eitt sindur eftir. Av kvotuni ið Fiskimálaráðið tillutaði teimum eru 1600 tons eftir. Haraftrat ber skipunum til, at fiska makrelkvotuna, ið Noreg lat Føroyum til seinastu samráðingar, í føroyskum sjógvi. Her er talan um 2000 tons.