16. juni 2010 13.53
Seinasti starvsdagur
Jákup B. Jacobsen
Jákup B. Jacobsen
Hósdagin hevur Jákup B. Jacobsen, ið hevur starvast sum ófulltikin dekkari umborð á Brimli, sín seinasta starvsdag.
Í gjárkvøldið hevði manningin á Brimli eina hugnaløtu, har manningin handaði Jákupi eina gávu. Hann fekk eina klokku og eitt barometur.
Starvstíðin fyri ófulltiknu dekkararnar er 2 ár.
Nú Jákup fer í land, skal onkur í hansara stað. Fiskiveiðieftirlitið hevur lýst eftir fólki og fingið nógvar umsóknir.
Tá ið freistin var úti, vóru 30 umsóknir komnar.
Starvið er ætla ungum kvinnum og monnum, ið kundu hugsað sær eina framtíð á sjónum. Tó eru eisini umsóknir frá fólki, ið hava maritima útbúgving.