27. august 2015 14.16
Kunning í sambandi við makrelfiskiskapin í ár

Í fiskiskapi eftir makreli, við førum ið fiska av felagskvotu ella har eginkvotan av hjáveiðini er uppfiskað, ger Vørn vart við, at hámarkið fyri onnur kvoterað uppsjóvarfiskasløg er 10 %* fyri hvørja avreiðing, lating ella umskiping. Tað er skylda hjá skipunum, at gera alt, ið gerast kann, soleiðis at hjáveiðan ikki fer uppum ásetta markið. Verður hetta ikki gjørt, og skip fiska uppum hámarkið, verður fiskiloyvi tikið aftur í upp til 4 vikur, smbr. § 45, stk. 1, í lóg um vinnuligan fiskiskap.
Viðvíkjandi hesum viðurskiftum verða rættarúrskurðir frá 23. februar 2015 úr Føroya Rætti og 21. august 2015 frá Eystara Landsrætti knýttir at hesum skrivi til kunningar.

*Smbr.§ 23, stk. 2, í makrelkunngerðini (K. 141/22.12.2014 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015)
 Rættarúrskurðir frá 23. februar 2015 úr Føroya Rætti.
 Eystara Landsrætti frá 21. august 2015.