5. juli 2017 12.44
Tvøroyra Kommuna handaði Vørn viðurkenning

Mánadagin 3. juli handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Elmari Højgaard, stjóra á Vørn, skrivliga viðurkenning fyri hjálpina, ið skip og manningar hjá Vørn veittu, í samband við ógvusliga eldsbrunan á Varðin Pelagic hin 9. juni 2017.
Elmar Højgaard takkaði fyri viðurkenningina og segði, at Vørn altíð er til reiðar, at veita eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.