4. oktober 2012 13.11
Bráðfeingis veiðibann eystur ímóti markinum 4 oktober 2012

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 § 35 stk. 3 ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á hesi leið.

1. 63 22 N – 02 19 W
2. 63 22 N – 03 34 W
3. 62 47 N – 03 37 W
4. 62 47 N – 02 56 W
5. 63 22 N – 02 19 W

Veiðibannið er galdandi fyri øll føroysk skip, ið hava fiskiloyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012. Tó eru tey undantikin, ið eiga egnar kvotur av norðhavssild.
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 4. oktober 2012 klokkan 17:00 til 18. oktober 2012 klokkan 17:00.
 Bráðfeingis veiðibann eystur ímóti markinum 4 oktober 2012